Hóast 97 % av tipparunum væntaðu ein sigur til B36, so gjørdi ÍF tað óvæntaða og fekk stig í Gundadali.
ÍF var enntá á odda 3-1, men B36 kom aftur og fekk bjargað sær ein javnleik. 3-3 úrslitið er mest óvæntaða úrslitið í Betri Deildini í 2024 higartil og er helst ein staðfesting av, at ÍF undir Jákupi Martini Joensen fer at verða eitt truplari lið at spæla ímóti enn frammanundan, har ÍF síðstu tíðina legði rygg til stórtap at kalla hvørjaferð á útivølli móti topp 4.
Annars vóru tað favorittarnir sum vunnu.
Á Skála vann Skála 3-1 á B68 í einum avgerandi dysti fyri botnstríðið. Skála er nú á sjey stigum, meðan B68 stendur á einum stigi.
Í Sørvági vann HB 3-0 á 07 Vestur og varðveitir sína góðu byrjan undir italska venjaranum Adolfo Sormani.
Oddaliðið Víkingur vann sín 20. sigur á rað, tá Poul Kallsberg skoraði einasta málið í Runavík, har uppflytararnir NSÍ góðu mótstøðu, men samanlagt møttu einum betri liði.
Úrslitini í kvøld:
NSÍ-Víkingur 0-1
B36-ÍF 3-3
07 Vestur-HB 0-3
Skála-B68 3-1